Tíðindi

Samband

Svimjihøllin í Gundadali
Hoydalsvegur 21
Tel. 30 20 72

Telefonsvararin. 302070  
e-mail: joannesn@torshavn.fo

FRÁ MÁNADEGNUM 21. JUNI TIL OG VIÐ SUNNUDAGIN 15. AUGUST 2010, VERÐUR SVIMJIHØLLIN OPIN SAMBÆRT YVIRLIT:

 

Um svimjihøllina

Svimjihøllin í Gundadali læt upp í 1982.

Í høllini eru 12 fólk í føstum starvi. Átta fólk eru í føstum avloysarastarvi. Starvsfólkini skulu upp til lívbjargararoynd eina ferð um árið. Tey nema sær eisini víðkað fyrstuhjálparskeið frá Reyða Krossi. Og H.T.U.Tilbúgvingarstovan hevur viðkomandi skeið
í høllini.

Svimjihøllin í Gundadali bjóðar tær gosbað og sól. Her eru seks sólir at taka til, meðan høllin er opin. Vit stremba altíð eftir, at sólirnar eru reinar, og at rørini eru tey bestu.

Her eru fýra hyljar. Tveir barnahyljar, her hitin er 29-30 stig. Ein 25 metrar langan hyl og ein kavingarhyl. Í hesum báðum hyljunum er hitin 26,5 stig.

Høllin verður eisini leigað Havnar Svimjifelag, www.hs.fo, ÍSB og Tórshavnar Froskmannafelag, www.kaving.fo

Talið á vitjandi liggur um 450-500 um dagin. Tó er talið munandi størri um summarið, tá ið høllin er opin allan dagin.

Um summarið vitja millum 650 og 800 fólk Svimjihøllina í Gundadali um dagin.