Mál og avriksavtala 2019

 

Raðfest
verkevni/innsatsøkir fyri 2017/18 við støði í missión, visjón:




























































Nr.



Verkevni



Mál 2019



1



Kafeteria
privatiserast



Lata privat felag reka kafeteria. Royndartíð tvey ár. Verður gjørt við
ynski um eina betri tænastu og einum fjølbroyttari úrvali av vørum. 



2



Upplýsing
um svimjing og reinføri


 



Øll kunning er at finna á Facebook, heimasíðuni www.svimjihollin.fo,
og á kunningarskermum hjá kommununi.


Tríggir filmar er framleiddir, sum viðvíkja krav um reinføri hjá teimum
sum svimja.


 



3



Brúkarakanningar



Nýggj Gallup kanning skal gerast í 2019, varð avtalað partanna millum,
tá kanningin í 2017 varð gjørd.



4



Afturboðan
og samstarv við borgarar og feløg um menning av tænastuni



Fundur hevur verið við skúlaumboð, fyri at fáa skúlarnar betur at
samskipa svimjingina. Í framtíðini er ætlanin, at tíðirnar hjá bæði skúlum og
øðrum sum brúka høllina, kunnu síggjast á serligari skipan.



5



Upplatingartíðir



Høllin er munandi meiri opin nú, enn fyri nøkrum árum síðani. Mett
verður, at tað er hóskandi opið við verandi tíðum.



6



Starvsfólkadagur



Ein starvsfólkadagur er hvørt ár við viðkomandi evnum, sum
starvsfólkini umrøða. Hetta er afturvendandi á hvørjum ári.



7



Skifta til
nýggja hitaskipan og betra um ljósið uttan fyri høllina



Arbeitt verður at leggja fjarhita inn í høllina. Roknað er við, at
hetta arbeiði er liðugt í viku 6-7. Nýggjur ljóssteyri verður settur upp og
fleiri av verandi ljósamaturum verða skift við onnur, sum lýsa betur



8



Útbygging
av Svimjihøllini (langhylur, hitapottar o.a.)



Luttaka í
arbeiðinum.


Arbeiðið við projektering er byrjað.



9



Betra um
trygdarviðurskiftini



Vakmyndatól er sett upp uttanfyri økuna, annars eru vakmyndatól ávís
støð í høllini, tó at hesi eru ótíðarhóskandi, og tí áttu at verði skift við
betri skipan.



10[GS1] 



Hentleikar
hjá teimum, ið bera brek



Fundur er ásettur ultimo januar 2019.




 














 [GS1]Tosað
hevur verið um hitaklivar/ultrareytt ljós. Setast upp í sólrúminum. Arbeiða við
loysn fyri sólrúminum.