Um svimjihøllina

Um svimjihøllina


Svimjihøllin í Gundadali læt upp í 1982.


Í høllini eru 12 fólk í føstum starvi. Átta fólk eru í føstum avloysarastarvi. Starvsfólkini skulu upp til lívbjargararoynd eina ferð um árið. Tey nema sær eisini víðkað fyrstuhjálparskeið frá Reyða Krossi. Og H.T.U.Tilbúgvingarstovan hevur viðkomandi skeið  í høllini.


Svimjihøllin í Gundadali bjóðar tær at leiga gosbað.


Her eru fýra hyljar. Tveir barnahyljar, her hitin er 29-30 stig. Ein 25 metrar langan hyl og ein kavingarhyl. Í hesum báðum hyljunum er hitin 26,5 stig.


Høllin verður eisini leigað Havnar Svimjifelag, www.hs.fo, ÍSB og Tórshavnar Froskmannafelag, www.kaving.fo


Talið á vitjandi liggur um 450-500 um dagin. Tó er talið munandi størri um summarið, tá ið høllin er opin allan dagin.


Um summarið vitja millum 650 og 800 fólk Svimjihøllina í Gundadali um dagin.