Samband

Svimjihøllin í Gundadali 
Gundadalur 4
Tel. 30 20 72

Boðklivin: 262070 
e-mail: gunnars@torshavn.fo

 
Sí okkara faldara

 

«2017»Í dag«Okt»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S

Mál og avriksavtala 2017-18

 

 

 

Mál- og avriksavtala fyri 2017/18
---
Mentamáladeildin/Trivnaðarfyrisitingin í Tórshavnar Kommunu
og
Svimjihøllin

Inngangur
Tórshavnar kommuna hevur sum visjón at vera ein virkin og vakin høvuðsstaður.
Í hesum liggur m.a. at
høvuðsstaðurin er livandi, við upplivingum og avbjóðingum,

men eisini við tryggleika og nærleika; at høvuðsstaðurin er burðardyggur búskaparliga, sosialt og umhvørvisliga; at høvuðsstaðurin er effektivur og framtakshugaður, við skjótari

og góðari tænastu til borgarar og vinnu; at høvuðsstaðurin tænir øllum føroyingum í avgerandi leikluti sínum at ganga á odda í menningini.

Við støði í hesi visjón er innan mentamálaøkið sett út í kortið at tryggja rationellan rakstur á øllum stigum, eins og støðugt at fremja og eftirmeta arbeiðsgongdir, seta mál og leggja ætlanir fyri økið og tess stovnar/virkisøki, umframt at skapa eitt kveikjandi og mennandi umhvørvi fyri leiðsluligari og fakligari menning. 


Sum liður í hesum er løgd ætlan um at royna leistin við at gera sonevndar mál- og avriksavtalur við stovnar innan mentamálaøkið hjá Tórshavnar kommunu. Herundir við Svimjihøllina.

Høvuðsuppgáva (missión) og framtíðarmynd (visjón) hjá Svimjihøllini

Missión (Høvuðsuppgáva)
Svimjihøllin er karmur um fjøltáttaðar møguleikar fyri likamsvirkni (rørslu), spæli, vælveru , svimjiítrótti og sosialari samveru fyri fólk í øllum aldri, sermerkt av tænastu, reinføri og trygd.

Visjón (framtíðarmynd)
- Svimjihøllin skal verða viðurkend sum ein vælvirkandi tænastuveitari, har tænasta, vatngóðska, reinføri og trygd eru í hásæti.
- Svimjihøllin virkar fyri at spæl, fimis- og úrvalssvimjing kunnu samvirka væl undir somu lon.
- Svimjihøllin stuðlar undir og skapar karmar fyri at borgarar í øllum aldri verða eggjaðir til likamsvirkni
- Svimjihøllin ynskir at vera eitt dragandi arbeiðspláss við trivnaði og fakkunnleika.
- Svimjihøllin mennir tænastuna í samstarvi við feløg og borgarar

Fakta um Svimjihøllina
Svimjihøllin hevur á leið 150/160.000 vitjandi árliga, alt íroknað.
Tað eru 30 starvsfólk knýtt at høllini. Umroknað til ársverk er talan um 16 fulltíðar starvsfólk.

Raðfest verkevni/innsatsøkir fyri 2017/18 við støði í missión, visjón:

Nr.

Verkevni

Mál 2017

1

Endurskoða prísbygnaðin

Gera dagført tilmæli um endurskoðaðan prísbygnað m.a. við støði í øktu møguleikunum og gera møguleika fyri árshaldi v.m.

2

Upplýsing um svimjing

Víðkað um kunningina á nýggja kunningarskerminum, heimasíðu og facebook, umframt á øðrum kunningarskemum hjá kommununi.

 

3

Brúkarakanningar

Gera kanning av regluligu brúkarunum við spurnakanning og fokusbólki.

4

Afturboðan og samstarv við borgarar og feløg um menning av tænastuni

Regluligan fund við ítróttafeløgini og dagføra konceptið fyri Rís&Rós-afturboðan.

5

Upplatingartíðir

Eftirmeta og møguliga tillaga upp- og afturlatingartíðinirnar á morgni og kvøldið.

.

6

Starvsfólkadagur

Um trivnað v.m.

7

Skifta skáp og lyklaskipan

Hava útboð og fremja.

8

Útbygging av Svimjihøllini (langhylur, russjibanar, hitapottar o.a.)

Luttaka í arbeiðinum.

9

Betra um trygdarviðurskiftini

Fyrireika og fremja verkætlan við yvirvøku o.a. ið økir um bygnings- og rakstrartrygdina.

10[GS1] 

Hentleikar hjá teimum, ið bera brek

Fara í dialog við avvarðandi partar og lýsa møguligar loysnir at fremja í 2018.



Sáttmálaskeið og frágreiðingar

Sáttmálin er galdandi fyri árið 2017.


Reglulig eftirmeting verður gjørd í sambandi við dialogfundir, umframt høvuðseftirmeting á heysti 2017 í sambandi við dagførda avtalu fyri 2018/19.

Verða fyritreytirnar munandi broyttar, eftir at avtalan er gjørd, verður støða tikin til møguligar tillagingar.
 

Tórshavn, tann x. mars 2017



Mentamáladeildin                                         Svimjihøllin


------------------------                                          -----------------------
deildarleiðari                                                  leiðari


 [GS1]Tosað hevur verið um hitaklivar/ultrareytt ljós. Setast upp í sólrúminum. Arbeiða við loysn fyri sólrúminum.