Raðfest verkevni/innsatsøkir fyri 2017/18 við støði í missión, visjón:
Nr. |
Verkevni |
Mál 2019 |
1 |
Kafeteria privatiserast |
Lata privat felag reka kafeteria. Royndartíð tvey ár. Verður gjørt við ynski um eina betri tænastu og einum fjølbroyttari úrvali av vørum. |
2 |
Upplýsing um svimjing og reinføri
|
Øll kunning er at finna á Facebook, heimasíðuni www.svimjihollin.fo, og á kunningarskermum hjá kommununi. Tríggir filmar er framleiddir, sum viðvíkja krav um reinføri hjá teimum sum svimja.
|
3 |
Brúkarakanningar |
Nýggj Gallup kanning skal gerast í 2019, varð avtalað partanna millum, tá kanningin í 2017 varð gjørd. |
4 |
Afturboðan og samstarv við borgarar og feløg um menning av tænastuni |
Fundur hevur verið við skúlaumboð, fyri at fáa skúlarnar betur at samskipa svimjingina. Í framtíðini er ætlanin, at tíðirnar hjá bæði skúlum og øðrum sum brúka høllina, kunnu síggjast á serligari skipan. |
5 |
Upplatingartíðir |
Høllin er munandi meiri opin nú, enn fyri nøkrum árum síðani. Mett verður, at tað er hóskandi opið við verandi tíðum. |
6 |
Starvsfólkadagur |
Ein starvsfólkadagur er hvørt ár við viðkomandi evnum, sum starvsfólkini umrøða. Hetta er afturvendandi á hvørjum ári. |
7 |
Skifta til nýggja hitaskipan og betra um ljósið uttan fyri høllina |
Arbeitt verður at leggja fjarhita inn í høllina. Roknað er við, at hetta arbeiði er liðugt í viku 6-7. Nýggjur ljóssteyri verður settur upp og fleiri av verandi ljósamaturum verða skift við onnur, sum lýsa betur |
8 |
Útbygging av Svimjihøllini (langhylur, hitapottar o.a.) |
Luttaka í arbeiðinum. Arbeiðið við projektering er byrjað. |
9 |
Betra um trygdarviðurskiftini |
Vakmyndatól er sett upp uttanfyri økuna, annars eru vakmyndatól ávís støð í høllini, tó at hesi eru ótíðarhóskandi, og tí áttu at verði skift við betri skipan. |
Hentleikar hjá teimum, ið bera brek |
Fundur er ásettur ultimo januar 2019. |
[GS1]Tosað hevur verið um hitaklivar/ultrareytt ljós. Setast upp í sólrúminum. Arbeiða við loysn fyri sólrúminum.