Samband

Svimjihøllin í Gundadali 
Gundadalur 4
Tel. 30 20 72

Boðklivin: 262070 
e-mail: gunnars@torshavn.fo

 
Sí okkara faldara

 

«2019»Í dag«Aug»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30 31  
M T M H F L S

 

Raðfest verkevni/innsatsøkir fyri 2017/18 við støði í missión, visjón:

Nr.

Verkevni

Mál 2019

1

Kafeteria privatiserast

Lata privat felag reka kafeteria. Royndartíð tvey ár. Verður gjørt við ynski um eina betri tænastu og einum fjølbroyttari úrvali av vørum. 

2

Upplýsing um svimjing og reinføri

 

Øll kunning er at finna á Facebook, heimasíðuni www.svimjihollin.fo, og á kunningarskermum hjá kommununi.

Tríggir filmar er framleiddir, sum viðvíkja krav um reinføri hjá teimum sum svimja.

 

3

Brúkarakanningar

Nýggj Gallup kanning skal gerast í 2019, varð avtalað partanna millum, tá kanningin í 2017 varð gjørd.

4

Afturboðan og samstarv við borgarar og feløg um menning av tænastuni

Fundur hevur verið við skúlaumboð, fyri at fáa skúlarnar betur at samskipa svimjingina. Í framtíðini er ætlanin, at tíðirnar hjá bæði skúlum og øðrum sum brúka høllina, kunnu síggjast á serligari skipan.

5

Upplatingartíðir

Høllin er munandi meiri opin nú, enn fyri nøkrum árum síðani. Mett verður, at tað er hóskandi opið við verandi tíðum.

6

Starvsfólkadagur

Ein starvsfólkadagur er hvørt ár við viðkomandi evnum, sum starvsfólkini umrøða. Hetta er afturvendandi á hvørjum ári.

7

Skifta til nýggja hitaskipan og betra um ljósið uttan fyri høllina

Arbeitt verður at leggja fjarhita inn í høllina. Roknað er við, at hetta arbeiði er liðugt í viku 6-7. Nýggjur ljóssteyri verður settur upp og fleiri av verandi ljósamaturum verða skift við onnur, sum lýsa betur

8

Útbygging av Svimjihøllini (langhylur, hitapottar o.a.)

Luttaka í arbeiðinum.

Arbeiðið við projektering er byrjað.

9

Betra um trygdarviðurskiftini

Vakmyndatól er sett upp uttanfyri økuna, annars eru vakmyndatól ávís støð í høllini, tó at hesi eru ótíðarhóskandi, og tí áttu at verði skift við betri skipan.

10[GS1] 

Hentleikar hjá teimum, ið bera brek

Fundur er ásettur ultimo januar 2019.

 


 [GS1]Tosað hevur verið um hitaklivar/ultrareytt ljós. Setast upp í sólrúminum. Arbeiða við loysn fyri sólrúminum.