Samband

Svimjihøllin í Gundadali 
Gundadalur 4
Tel. 30 20 72

Boðklivin: 262070 
e-mail: gunnars@torshavn.fo

 
Sí okkara faldara

 

«2020»Í dag«Aug»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S

Nýggjar svimjiblæur

Happy Nappy er nú at fáa í Svimjihøllini og kostar kr. 130

Happy Nappy er fremsta enska svimjiblæumerkið til smábarnasvimjing. Blæubuksur eru anti-bakteriellar og kunnu brúkast aftur og aftur eftir vask.
Blæubuksurnar verða vaskaðar í køldum vatni (helst við hond, men annars á
lættprogrammi) og verða hongdar upp at turka.
 
Happy Nappy er ein dygdargóð svimjihallargóðkend svimjiblæa úr neopren, tí at hon liggur um allan búkin og langt niður á lørini. Tí er hon eisini størri enn aðrar svimjiblæur, men hon er gjørd úr deiliga mjúkum tilfari.
Svimjiblæan er heilt tøtt, og fleiri svimjiskúlar viðmæla hana til smábarnasvimjing.

Elastikkkantarnir eru gjørdir úr nylon Lycra mix og eru sniðaðir til at halda um búkin og lørini á sjálvt teimum lívligastu smáu svimjarunum.

Eru at fáa í ljósabláum og ljósareyðum í stødd: 6-11 kg, 10-15 kg, 13-18 kg