Um svimjihøllina
Svimjihøllin í Gundadali læt upp í 1982.
Í høllini eru 12 fólk í føstum starvi. Átta fólk eru í føstum avloysarastarvi. Starvsfólkini skulu upp til lívbjargararoynd annaðhvørt ár. Tey taka víðkað fyrstuhjálparskeið hvørt ár.
Svimjihøllin í Gundadali bjóðar tær at leiga gosbað.
Her eru fýra hyljar, tvey hitarúm, tveir barnahyljar, har hitin er 29-30 stig. Ein 25 metrar langan hyl og ein kavingarhyl. Í hesum báðum hyljunum er hitin 26,5 stig.
Svimjihøllin hevur 3 økur, bæði til vaksin og børn.
Høllin verður eisini leigað Havnar Svimjifelag, www.hs.fo, ÍSB og Tórshavnar Froskmannafelag, www.kaving.fo
Talið á vitjandi liggur um 450-500 um dagin, tó er talið av vitjandi munandi størri um summarið.
Um summarið vitja millum 650 og 700 fólk Svimjihøllina í Gundadali um dagin.