17. February 2021

Upplatingartíðir eru broyttar

Í samband við bygging av langhyli, er spreingiarbeiði farið í gongd, sum ávirkar upplatingartíðirnar.

Frá viku 8 verður sprongt allar yrkadagar kl. 11:00 og kl. 14:00. Í tí sambandi er svimjihøllin opin soleiðis:

Mánadag: 06:45 – 09:00

Týsdag – fríggjadag: 06:45 – 09:00 og 15:00 – 20:00

Leygardag: 09:00 – 17:00

Sunnudag: 08:00 – 10:00 og 14:00 – 20:00

Upplatingartíðir í vikuskiftinum, mánadag og hjá kaffistovuni eru óbroyttar.

Vit endurskoða tíðirnar alt eftir hvussu spreingiarbeiðið eydnast.