Avloysarastarv

Hevur tú hug at arbeiða, sum avloysari í Svimjihøllini í Gundadali? Okkum tørva fólk skjótast gjørligt.

Svimjihøllin í Gundadali leitar eftir røskum starvsfólkum at arbeiða sum avloysarar – serliga í vikuskiftum og seinnapart gerandisdagar. Talan er um starv sum lívbjargari, móttøkufólk og tænastufólk í kaffistovuni. Arbeitt verður í vaktum, har tímaløn og umstøður er góðar.

Vit vænta:

  • At tú megnar at veita fyrstuhjálp, har vit bjóða neyðugu skeiðini og upplæring.
  • At tú ert fyrikomandi, veitir eina hjálpandi hond á teimum ymisku postunum, og heldur reinførið í høllini í lagi.
  • At tú hevur møguleika at traðka til í vikuskiftum og seinnapart gerandisdagar.

G.G. Neyðugt er at tú klárar lívbjargararoyndina, sum m.a. inniber at kava niður á 4m dýpi.

Starvið er serliga væl hóskandi til tín, sum er lesandi. Fólk í vanligum starvi ella øðrum vaktarstarvi, eru eisini vælkomin at søkja.

Eingin freist er at søkja starv, men okkum tørva fólk skjótast gjørligt.

Send eina umsókn til Gunnar Streymoy: gunnars@torshavn.fo

Tú ert vælkomin at ringja til Gunnar á tlf. 224550, um tað er nakað ivamál.