Lívbjargari til Svimjihøllina í Gundadali (endurlýsing)

Søkt verður eftir manni í fulltíðarstarv sum lívbjargari til Svimjihøllina í Gundadali at byrja um ársskiftið ella skjótast til ber.

Starvið fevnir, umframt arbeiði sum lívbjargari, reingerð og at hjálpa til við ymiskum í tí dagliga. 


Førleikakrøv

Umsøkjarin skal vera góður svimjari og hava stóru lívbjargararoyndina, annars verður skipað fyri lívbjargararoyndini á staðnum. Heilsuváttan má útvegast.


Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.


Umsókn

Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi hósdagin 23. desember 2021 kl. 12. Send umsókn á teldupost torshavn@torshavn.fo


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Gunnar Streymoy, leiðara, telefon 22 45 50 ella á teldupost gunnars@torshavn.fo