Øll kunnu svimja

Svimjing er góð venjing, tí tú fært vant allar vøddar. Lítur tú á vit og skil, so svim, tað er gott fyri teg.

Elmar Ósá, fyrrverandi elitusvimjari hjá Ægi í Klaksvík, í dag lækni hjá A-landsliðnum í fótbólti og serlækni í barnasjúkum, lýsir týdningin av at svimja:

  • Øll kunnu fáa nógv burturúr av at svimja, bæði trenað og ótrenað.
  • Bara við at fara í hylin og halda tær uppi, brennir tú kaloriur.
  • Pulsurin hækkar av at svimja, og tað er góð venjing.
  • Svimjing er góð motión fyri at mýkja vøddarnar.
  • Vilt tú vera væl fyri, men hevur trupulleikar við vanligari rørslu, ganga, renna ella súkkla, er svimjing ein góður valmøguleiki.
  • Tú avmarkar overving, og tú venur allar liðir.
  • Svimjing linnar gikt.
  • So at siga eingin skaði stendst av svimjing.
  • Svimjing er góð ráð, vilt tú klænka, lætna.
  • Byrjar tú nústani at svimja, so byrja spakuliga.
  • Vilt tú læra at svimja, skalt tú melda teg til hjá svimjifeløgunum.
  • Svimur tú t.d. í ein hálvan tíma, brennir tú kaloriur, so tað munar.