27. March 2021

Saunagos

Mánadagin 29. mars verður saunagos fyri kvinnur.

Saunagosið er ókeypis, tvs. tú rindar bert fyri vanliga atgongd til svimjihøllina.

Kom í góðari tíð. Fyrsta gosið byrjar kl. 8.00. Tað verða fýra gos, sum vara uml. 10 min hvørt;
kl. 8.00, kl. 8.15, kl. 8.30 og kl. 8.45
Viðmælt er at taka støðg ímillum, tvs. fara til gos kl. 8.00 og kl. 8.30 ella kl. 8.15 og kl. 8.45

Annika Maisonsdóttir Mellemgaard og Súsanna Thomsen hava saunagosið, og hava tær útbúgving sum gosmeistarar.

Saunagos er sera væl umtókt í okkara grannalondum. Tað er eitt slag av aromaterapi, har tú við reinum og natúrligum æteriskum oljum stimbrar tínar sansir í fjálga hitanum í saunaini.

Gosmeistari letur vatn og æteriskar oljur á steinarnar á ovninum, og dampur kemur frá. Tað gerst heitt, og gosmeistarin syrgir fyri, at hiti og deiligi angin frá æterisku oljunum verður spjatt runt í heitu saunaini.

Gosmeistarin greiður frá, hvat fyri ávirkan oljurnar hevur. Eitt gos við 1 – 3 oljum varar umleið 10 min.

Vøddar og lið hitna, tú slappar av í øllum kroppinum. Saunagos kann geva linna fyri giktpínu, reinsa húðina og styrkja blórenslið. Tað kann stimbra nertingarsansin og hjálpa uppá m. a. húðsvong. Tað fuktar húðina, kann forða og minka um rukkur. Tað er ein orkuinnspræning, ið gevur vælveru fyri bæði kropp og sinn.

Gott at vita:
• Hav handklæði at sita á, ikki hava plastfløskur ella sandalir/klipp-klapparar við inn, vælkomin at seta tað uttanfyri
• Njót vælveruna og friðin í saunaini
• Tað er týdningarmikið at drekka nógv vatn, bæði áðrenn og eftir saunagos
• Ikki gníggja eyguni, skola heldur eyguni aftaná og sjálvandi eisini kroppin, áðrenn tú fert í kalda
karið ella svimjihylin
• Hevur tú ikki roynt saunagos áður, set teg á niðasta bonk og nær við hurðina. Um tú ikki følir teg
væl, far út og køl teg, drekk vatn. Tú kanst koma innaftur til næsta saunagos.
• Sum gosgestur hevur tú sjálv ábyrgdina av saunagosvitjanini. Ikki fara í saunagos, um tú ert við
barn, ávirkað av rúsdrekka ella hevur hjartaæðrasjúku. Ivast tú, ráðfør teg við lækna áðrenn.