Reglugerð og góð ráð

Í svimjihøllini skal tað verða stuttligt, men nakrar reglar eru:

1. Svimjitíðin er óavmarkað. 1 tími við bíðirøð.

2. Lat teg úr øllum klæðunum og vaska tær væl, áðrenn tú fert í hitarúmið ella í hylin.

3. Handklæði skal nýtast at sita á í hitarúminum.

4. Børn undir 8 ár hava bara atgongd saman við vaksnum.

5. Svimjiklæðini skulu vera rein.

6. Tað er bannað at nýta snorkil.

7. Tað er bannað at spæla í kavingarhylinum.

8. Tað er bannað at skumpa ein annan í hylin, og halda øðrum undir.

9. Tað er bannað at svimja ávirkaður.

10. Boð frá starvsfólkinum skulu fylgjast.

11. Møguligar klagur skulu beinast til leiðsluna.

12. Svimjihøllin tekur onga ábyrgd av virðislutum o.ø. hjá vitjandi.

13. Børn í skúlaaldri: Dreingir skifta inni í mannfólkarúminum og gentir í konufólkarúminum.

______________

Góð ráð:

  • Rennið ikki, gólvið er hált.
  • Kava bara í tí djúpa endanum í 25 m hylinum
  • Ansa eftir øðrum, tá í kavað verður.
  • Tit mugu ongantíð kappast, hvør kann vera longst undir.
  • Verið varin í stiganum til vippurnar
  • Lívbjargarar eru altíð í høllini, ivast tit so spyrji.