Samband

Hevur tú viðmerkingar, fráboðanir ella annað, ert tú vælkomin at seta í samband við leiðslu og leiðaran, Gunnar Steymoy.

Teldupostur: gunnars@torshavn.fo

__________________________

Svimjihøllin læt upp í 1982. Í høllini eru 12 fólk í føstum starvi og 8 fólk í føstum avloysarastarvi. Starvsfólkini skulu upp til lívbjargararoynd annaðhvørt ár, og taka víðkað fyrstuhjálparskeið hvørt ár.

Gevið gætur at vegna COVID19, sleppa bert 50 kvinnur og 50 menn fyribils inn í senn.

Her eru fýra hyljar, tvey hitarúm, tveir barnahyljar, har hitin er 29-30 stig. Ein 25 metrar langan hyl og ein kavingarhyl. Í hesum báðum hyljunum er hitin 26,5 stig. Svimjihøllin bjóðar tær eisini at leiga gosbað á 40 stig og at dippa í kalt á 2 stig.

Svimjihøllin hevur 3 økur, bæði til vaksin og børn.

Høllin verður eisini leigað av Havnar Svimjifelag, ÍSB og Tórshavnar Froskmannafelag.

Talið á vitjandi liggur um 450-500 um dagin, tó er talið av vitjandi munandi størri um summarið.

Um summarið vitja millum 650 og 700 fólk um dagin.

Høvuðsuppgáva / Missón

Svimjihøllin er karmur um fjøltáttaðar møguleikar fyri likamsvirkni (rørslu), spæli, vælveru , svimjiítrótti og sosialari samveru fyri fólk í øllum aldri, sermerkt av tænastu, reinføri og trygd.

Framtíðarmynd / Visjón

  • Svimjihøllin skal verða viðurkend sum ein vælvirkandi tænastuveitari, har tænasta, vatngóðska, reinføri og trygd eru í hásæti.
  • Svimjihøllin virkar fyri at spæl, fimis- og úrvalssvimjing kunnu samvirka væl undir somu lon.
  • Svimjihøllin stuðlar undir og skapar karmar fyri at borgarar í øllum aldri verða eggjaðir til likamsvirkni
  • Svimjihøllin ynskir at vera eitt dragandi arbeiðspláss við trivnaði og fakkunnleika.
  • Svimjihøllin mennir tænastuna í samstarvi við feløg og borgarar.

Tak niður faldara um svimjihøllina

Mál og avriksavtala 2017-18

Mál og avriksavtala 2018-19