
Øll kunnu svimja
Svimjing er góð venjing, tí tú fært vant allar vøddar. Lítur tú á vit og skil, so svim, tað er gott fyri teg.
Elmar Ósá, fyrrverandi elitusvimjari hjá Ægi í Klaksvík, í dag lækni hjá A-landsliðnum í fótbólti og serlækni í barnasjúkum, lýsir týdningin av at svimja:
- Øll kunnu fáa nógv burturúr av at svimja, bæði trenað og ótrenað.
- Bara við at fara í hylin og halda tær uppi, brennir tú kaloriur.
- Pulsurin hækkar av at svimja, og tað er góð venjing.
- Svimjing er góð motión fyri at mýkja vøddarnar.
- Vilt tú vera væl fyri, men hevur trupulleikar við vanligari rørslu, ganga, renna ella súkkla, er svimjing ein góður valmøguleiki.
- Tú avmarkar overving, og tú venur allar liðir.
- Svimjing linnar gikt.
- So at siga eingin skaði stendst av svimjing.
- Svimjing er góð ráð, vilt tú klænka, lætna.
- Byrjar tú nústani at svimja, so byrja spakuliga.
- Vilt tú læra at svimja, skalt tú melda teg til hjá svimjifeløgunum.
- Svimur tú t.d. í ein hálvan tíma, brennir tú kaloriur, so tað munar.