25. June 2021

Opið er aftur sum vanligt

Frá mánadegnum 28. juni verður svimjihøllin aftur opin sum vanligt. Týsdag til fríggjadagin er aftur opið frá kl. 06:15 til kl. 20:00, og tað verður ikki stongt millum hesar tíðir. Sí yvirlit yvir upplatingar tíðir.

Hitarúm og gosbað er eisini opið at nýta.