26. January 2021

Parkering

Í samband við byggingina av langhylinum, kann parkerast á støðunum, sum á myndini eru merkt við “P”, litað í bláum.

Eitt nú ber til at parkera á stóra parkeringsøkinum við Skipara Hansens stein millum Høllina á Hálsi og R.C. Effersøes gøtu.

Tað er koyrandi oman til FIMI og HB- og B36-skýlini, men tað ber ikki til at seta bilin framvið vegnum, sum vanligt er.