8. June 2023

Stongt ein part av fríggjadegnum 9/6

Byggingin av langhylinum er nú komin so mikið væl áleiðis, at fyrstu sperrurnar verða settar upp í morgin, fríggjadagin 9/6. Sperrurnar verða hivaðar uppi yvir skiftingarrúmunum, og tí kann ongin vera inni, meðan hetta verður gjørt.

Svimjihøllin verður tí stongd í morgin fríggjadagin 9/6 klokkan 8, og øll skulu vera úti úr svimjihøllini í seinasta lagi klokkan 9.

Opið verður aftur einaferð seinnapartin. Nærri kunning verður á heimasíðuni www.svimjihollin.fo og á facebooksíðuni: Svimjihøllin í Gundadali