Samband
Hevur tú viðmerkingar, fráboðanir ella annað, ert tú vælkomin at seta í samband við leiðslu og leiðaran, Gunnar Steymoy.
Teldupostur: gunnars@torshavn.fo
__________________________
Um høllina
Svimjihøllin læt upp í 1982. Í høllini eru 12 fólk í føstum starvi og 8 fólk í føstum avloysarastarvi. Starvsfólkini skulu upp til lívbjargararoynd annaðhvørt ár, og taka víðkað fyrstuhjálparskeið hvørt ár.
Her eru fýra hyljar, tvey hitarúm, tveir barnahyljar, har hitin er 29-30 stig. Ein 25 metrar langan hyl og ein kavingarhyl. Í hesum báðum hyljunum er hitin 26,5 stig. Svimjihøllin bjóðar tær eisini at leiga gosbað á 40 stig og at dippa í kalt á 2 stig.
Svimjihøllin hevur 3 økur, bæði til vaksin og børn.
Høllin verður eisini leigað av Havnar Svimjifelag, ÍSB og Tórshavnar Froskmannafelag.
Talið á vitjandi liggur um 450-500 um dagin, tó er talið av vitjandi munandi størri um summarið.
Um summarið vitja millum 650 og 700 fólk um dagin.
Høvuðsuppgáva / Missón
Svimjihøllin er karmur um fjøltáttaðar møguleikar fyri likamsvirkni (rørslu), spæli, vælveru , svimjiítrótti og sosialari samveru fyri fólk í øllum aldri, sermerkt av tænastu, reinføri og trygd.
Framtíðarmynd / Visjón
- Svimjihøllin skal verða viðurkend sum ein vælvirkandi tænastuveitari, har tænasta, vatngóðska, reinføri og trygd eru í hásæti.
- Svimjihøllin virkar fyri at spæl, fimis- og úrvalssvimjing kunnu samvirka væl undir somu lon.
- Svimjihøllin stuðlar undir og skapar karmar fyri at borgarar í øllum aldri verða eggjaðir til likamsvirkni
- Svimjihøllin ynskir at vera eitt dragandi arbeiðspláss við trivnaði og fakkunnleika.
- Svimjihøllin mennir tænastuna í samstarvi við feløg og borgarar.
Tak niður faldara um svimjihøllina