28. November 2022
Broyttar upplatingartíðir í viku 48 og 49
Vegna lívbjargingarskeið, umvælingar og upp og niður vask, er svimjihøllin opin soleiðis frá fríggjadegi 2. Desembur til fríggjadagin 9. Desembur:
Fríggjadagin 2. Desembur opið frá 0615 til 0900
Leygardagin 3. Desembur stongt
Sunnudagin 4. Desembur stongt
Mánadagin 5. Desembur opið frá 0615 til 0900
Týsdagin 6. Desembur stongt
Mikudagin 7. Desembur opið frá 0615 til 0900
Hósdagin 8. Desembur stongt
Fríggjadagin 9. Desembur opið frá 0615 til 0900
Frá og við leygardegi 10. Desembur er opið aftur sum vant
Svimjihøllin er opin fyri almenninginum knappar 80 tímar um vikuna, og opið er hvønn dag í vikuni, umframt at feløg og kvøldskúlin eisini brúka høllina. Tí er neyðugt at stongja nakrar dagar á hvørjum ári, m.a. fyri at gera umvælingar, sum eru krøv frá myndugleikunum.
Vit royna hendan leistin í ár, fyri at síggja hvussu hetta riggar.